Gerhard: Javnaðarflokkurin farin av kós

- Aksel V. Johannesen er ein vánaligur leiðari, sum rennur aftaná Tjóðveldi. Tí havi eg ofta umhugsað sjálvur at fara úr Javnaðarflokkinum, sigur Gerhard Lognberg

 

Nú skjótt fyrrverandi javnaðartingmaðurin hevur lítið til yvirs fyri sínum floksformanni.

 

- Aksel V. Johannesen er ein vánaligur leiðari, sum rennur aftaná Tjóðveldi. Tí havi eg ofta umhugsað sjálvur at fara úr Javnaðarflokkinum, sigur Gerhard Lognberg.

 

- Øll vita, at eg havi sitið illa um sátt við Javnaðarflokkin. Serliga í dag, nú flokkurin er blivin ein Tjóðveldisflokkur. Ein flokkur, ið er stýrdur av og rennur aftaná Tjóðveldi í at kalla øllum málum, sigur Gerhard Lognberg.

 

Gerhard Lognberg hevur ferð eftir ferð verið í andstøðu til sín egna flokk. Málið um Skálafjarðartunnilin hevur verið eitt sjónligt dømi um tað.

 

Somuleiðis er Gerhard Lognberg harðliga ímóti ætlanini at broyta hjúnarbandslógina, soleiðis at hon eisini rúmar samkynd.

 

Sjálvur sigur sandoyartingmaðurin seg ofta hava umhugsað at fara burtur úr Javnaðarflokkinum. Nú verður hann í staðin tveittur úr flokkinum, sum hann hevur umboðað á løgtingi síðani 2002.

 

Hann leggur líka í atfinningarnar um, at hann ikki virðir meirilutaavgerðir í Javnaðarflokkinum.

 

- Eg fari ongantíð at taka undir við málum, har eg eri grundleggjandi ósamdur. Tað geri eg ikki, sigur Gerhard Lognberg, sum samstundis ásannar, at tað kann vera ein trupulleiki fyri ein flokk.

 

Sandoyartingmaðurin er fyrst og fremst vónbrotin av floksleiðaranum, Aksel V. Johannesen

 

- Í staðin fyri at taka konfrontatiónirnar við meg beinleiðis goymir hann seg aftanfyri lokalfeløgini, sum hann fær til at gera skitna arbeiðið fyri seg. Tað er ein vánaligur leiðari, sigur Gerhard Lognberg.

 

Leygardagin fer floksleiðslan í Javnaðarflokkinum at taka limaskapin frá Gerhardi Lognberg, sum tá gerst uttanflokkatingmaður.

 

Gerhard Lognberg hevur enn ikki tikið støðu til sína politisku framtíð. Hann vísir ikki aftur, at hann fer upp í ein annan flokk.

 

Hoyr eina longri samrøðu við Gerhard Lognberg við at trýsta á pílin undir myndini.

 

Les eisini:

 

Aksel: Gerhard oyðileggur Javnaðarflokkin

 

FAKTA: Skriv frá sjey limafeløgum til floksleiðslu Javnaðarfloksins

 

Gerhard tveittur úr Javnaðarflokkinum