Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, er ikki blíður við Strandferðsluna aftan á hendingarnar í Skopunarfirði í dag.
Teistin hevur ligið og rikið uttan motorkraft í eini tveir tímar, og Gerhard Lognberg ilskast um, at Strandferðslan ikki gav betri boð um trupulleikarnar á Sandoyarleiðini.
- Tað tykist, sum virðingin fyri Sandoynni er í minna lagi, skrivar hann í hvassorðaðum brævið, sum er sent til miðlarnar.
Hann vísir á, at Strandferðslan ikki nýtti høvi at senda nakra kunngerð, sum kundi verið lisin í Kringvarpi Føroya á miðdegi.
- Hvat hugsar Strandferðslan fyri sær? Fólk í hópatali, sum skulu í flúgvaran, stóðu sum ryssa yvir deyðum fyli, sigur hann.
Hann sigur, at gamaní sendi Strandferðslan boð um sms-skipanina, men vísir á, at tað eru ikki øll, ið hava hesa skipanina.
Gerhard Lognberg heldur eisini, at sjálvandi átti Strandferðslan at sett eitt avloysaraskip inn beinanvegin at røkja siglingina.
Teistin er nú komin á Gomlu Rætt, har skipið skal kannast aftur, áðrenn avgerð verður tikin um, hvørt skipið kann røkja Sandoyarsiglingina restina av degnum.