Gerhard fær stuðul

Nevndin í Sandoyar Javnaðarfelag stuðlar tingmanninum einmælt Í gjár hevði nevndin í Sandoyar Javnaðarfelag fund, og við á fundinum var eisini Gerhard Lognberg, tingmaður.

Fundurin varð hildin, tí tingfólk og landsstýrisfólk fríggjadagin sendu út eina eftirlýsing eftir Gerhardi Lognberg og bóðu hann koma til arbeiðis í flokkinum.

- Vit samtyktu einmælt at stuðla Gerhard Lognberg í hansara politikki, er stutta viðmerkingin Joen Jacob Winther, formanni í Sandoyar Javnaðarfelag.