Gera vegforðing við Gøtugjógv


Ferðslan við Gøtugjógv skal skipast betri. Í hesum sambandi eru gøtumenn farnir undir at breiðka vegin m.a. fyri at tálma ferðini

 

Vegarbeiði

Nógv ferðslan er við skúlan við Gøtugjógv. Børnini hava lært seg at hyggja væl eftir bilunum, men tað er heldur ikki heilt vandaleyst at fara tvørtur um vegin niðanfyri skúlan.

í øllum førum eru gøtumenn farnir undir at breiðka vegin niðanfyri skúlan. Vegurin skal gerast breiðari og eitt sindur skal fyllast upp. Vegurin er landsvegur, so tað er Landsverkfrøðingurin, sum stendur fyri arbeiðinum.

Eftir hvat Sosialurin skilir, so er ætlanin at gera eitt nýtt busssteðgipláss. Eisini er ætlanin at gera nakrar sokallaðar oyggjar, soleiðis at ferðin hjá ferðsluni má minkast.

Eftir hvat Sosialurin skilir, so vóru øll ikki lík a fegin um, at menn fóru undir at grava har um leiðir, tí hetta á ein hátt broytti býarmyndina. Onkur heldur hinvegin, at tað er í tøkum tíma, tá hetta er eitt stað, har bilarnir vanliga koyra sera skjótt.