Spf. Hallmar Winther í Skopun er byrjað at grava út fyri nýggja áskoðaraplássinum fram við vøllinum í Traðardali á Sandi
Við fótbóltsvøllin í Traðardali er stórarbeiði í løtuni í gongd við at grava út og planera fyri nýggja skýlinum.
Tilboð til at gera sjálvt skýlið er farið út, og tilboð uppá stólarnar er í gongd, veit heimasíðan www.bkv.fo at siga.
Á nýggja áskoðaraplássinum ella skýlinum ið nú skal gerast í Traðardali skal pláss verða fyri 300 sitiplássum.
Sum skilst er tað eitt krav frá myndugleikunum, at skýli til áskoðarapláss verða gjørd fram við slíkum vøllum.










