Gera seinastu roynd í dag

Kemur einki lívstekin frá teimum innistongdu námsarbeiðsmonnunum í Utah í dag, steðgar leitingin

- Hetta verður tann seinasta boringin. Hoyra vit einki lívstekin ígjøgnum holið, fáa vit ikki gjørt meiri, sigur Robert Murray, sum eigur vanlukkunámið við Crandall Canuon í amerikanska statinum Utah.

 

Tann 6. august var ein lítil harðskjálvti í økinum, og seks arbeiðsmenn, sum vóru niðri í kolanáminum, vórðu stongdir inni. Síðani hava bjargingarlið roynt at fáa samband við teir, og royndirnar hava higartil kostað trimum bjargingarmonnum lívið. Royndin, sum byrjaði í morgun, er tann sætta og samstundis eisini tann seinasta.

 

Teir seks menninir vóru meiri enn 600 metrar undir jørð, tá jarðskjálvtin stongdi teir inni, og serfrøðingar siga, at tað eru at kalla ongar vónir um at finna menninar aftur á lívi. Robert Murray ásannar, at hann hevur heldur onga vón um at finna menninar aftur á lívi, og eina avgerð hevur hann tikið.

 

- Námið verður stongt, og eg fari ongantíð aftur higar, segði hann, tá tann seinasta bjargingarboringin byrjaði í morgun.