Jólaborðhaldini eru so smátt byrjað, og tað hevur verið fitt av fólki í býnum í nátt.
Løgreglan leggur stóran dent á at vera sjónlig í býarlívinum í eini roynd at fyribyrgja harðskapi, og í hesum sambandi eru nógv løgreglufólk á gøtuni. Ætlanin við tí er at hava eina sissandi ávirkan á fólk, men eisini at kunna leggja skjótt uppí tá ið fólk koma til ilnar við tí endamáli at forða fyri, at tað endar við harðskapi.
Men løgreglan sigur, at eitt keðiligt rák hevur tikið segu upp seinastu tíðina, og tað er, at løgreglufólk fáa ikki frið at ganga í býnum.
Vit hava ferð eftir ferð sæð, at fólk eru ólátað ímóti løgreglufólki, sum eru í býnum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í morgum.
Slík atferð verður rætt og slætt ikki góðtikin, og tí fáa fólk, sum eru ólátað ímóti politistum, bót
Og náttin í nátt var einki undantak, tí eisini í nátt hava fleiri fólk fingið bót fyri at bróta politiviðtøkurnar, tí at tey hava verið ólátað ímóti politistum.
Fyrstu ferð, ein brýtur politiviðtøkurnar, er bótin 600 krónur, men brýtur sama fólk politiviðtøkurnar fleiri ferðir, hækkar bótin so hvørt.
Og í nátt var tað enntá ein maður sum fekk tríggjar bøtur fyri at bróta politiviðtøkurnar, tí hann var ólátaður ímóti politistum.
Fyrst tók hann uppundir ein politist, síðani vísti hann teimum eina strekta longutong, og at enda noktaði hann at upplýsa, hvussu hann æt, nær hann er føddur, og hvar hann búði.
Navn, føðingardag og bústað eru annars einastu upplýsingar, fólk hava skyldu at geva løgregluni.
Sostatt varð maðurin handtikin og nú fær hann so tríggjar bøtur fyri at bróra politiviðtøkurnar, og tilsamans verða tær upp á nakrar fáar túsund krónur.
Tríggjar ferðir afturat mátti løgreglan geva fólki bót fyri ikki at virða løgregluna við at verða ólátað. í Tí eina førinum ripaði ein maður eitt ølglas í ein løgreglubil, so hann er skuldsettur fyri herverk.