Gera nú eina seinastu roynd at fá lív í

Tað er ringt at kasta handklæðið í ringin, fyrrenn vit vita við vissu, at dysturin er taptur

 

Nú verður ein seinasta roynd gjørd at fáa arbeiði aftur á gamla Bacalao í Havn.

 

Tað sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag.

 

Í síni tíð endaði hetta kenda flakavirkið í Havn undir veingjabreiðinum á Fiskavirking, men nú hevur virkið ligið stilt í fleiri ár og Fiskavirking er farið av knóranum.

 

Men tað endaði við, at arbeiðarafeløgini í Havn útvegaði maskinurnar og tær eru til taks.

 

Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag dylir ikki fyri, at tað hevur gingið munandi verri enn ætlað at fáa virkið upp aftur.

 

Men nú er samband við tvey vinnulívsfólk sum kunni hugsast at hava áhugað í at lata Bacalao upp aftur

 

Hvørji tey eru heldur Hans Joensen fyri seg sjálvan, men hann væntar eina avgerð hendan næsta mánaðin

 

Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag sigur, at bæði høli og maskinur og útgerð, eru til taks.

 

So tað er klárt at fara ígongd, leggur hann afturat.

 

Hinvegin ásannar hann eisini, at hann saknar eldhugan hjá vinnulívinum í royndunum at fáa lív aftur í virkið.

 

- Tað vildi verið gagnligt fyri Havnina at fingið fleiri arbeiðspláss aftur á Bacalao.

 

Hann viðgongur, at tað er ikki nógvur fiskur at fáa í løtuni.

 

- Men tað ber ikki til at grava seg niður fyri tað, tí fiskurin kemur aftur, tað vita vit.

 

- Harafturat er nógvur frystur fiskur rundan um okkum, sum tað ber til at innflyta og virka her. Samstundis eru skipini farin at frysta heilan fisk umborð.

 

- Ymsir møguleikar hava verið umrøddir. Ein møguleiki er, at tað almenna letur stuðul til at keypa frystan fisk uttanlands til virkingar í Føroyum.

 

Ein annar møguleiki, sum er umrøddur, er at fáa ALS upp í at stuðla eini verkætlan at keypt frystan fisk uttanlands, tí tað kundi eisini spart ALS nógv útgjald til arbeiðsleys.

 

- Hugsast kann, at ALS, ella landið, ella onkur annar, keypir fisk inn í stórum, og so kunnu virki í Føroyum keypa hann aftur í smáum.

 

- Nógv er prátað, men enn bíða vit eftir at nakað skal henda, sigur Hans Joensen.

 

- Tað vildi verið spell at noyðst at selja maskinurnar aftur, tí verða tær fyrst seldar, koma tær ikki aftur, sigur Hans Joensen.

 

Hann vil ikki siga, hvussu nógvar pengar, arbeiðarafeløgini hava í klemmu í maskinunum á Bacalao.

 

Men hann sigur, at tað er so mikið lítið, at tað er eingin trupulleiki yvirhøvur at fáa tað aftur, uttan at fakfeløgini missa nakað.