Kann tari verða ein lønandi vinna í Føroyum, og hvat kann gerast burtur úr tara?
Hetta eru spurningar, sum skulu svarast á eini altjóða verkstovu við Gjógv týsdagin og mikudagin um taraaling.
Tað er Ocean Rainforest, sum samskipar verkætlanina, ið kalast MacroBiotech og hevur savnað serfrøðingar úr Norðurevropa at viðgera taraaling.
Umframt føroyingar, eru luttakarar úr Íslandi, Danmark, Noregi, Skotlandi og Írlandi við á verkstovuni.
- Endamálið við MacroBiotech verkætlanini er at menna skipanir at ala tara á opnum havi, og at kanna vinnuligar rakstrarmøguleikar í hesum sambandi, sigur Ólavur Gregersen, stjóri í Ocean Rainforest.
Verkætlanin er eitt samstarv millum Fiskaling, Matis í Íslandi, Tromsø Universitet, Dansk Teknologisk Institut og Ocean Rainforest.
- MacroBiotech hevur verið í gongd í eitt ár, og nú verður skipað fyri verkstovu, har royndirnar frá fyrsta árinum skulu eftirmetast.
- Ocean Rainforest er eitt føroyskt felag, sum hevur 1100 metrar av taralínu á Funningsfirði.
- Seinasta vetur vórðu línir sáddar við tarasporum á Fiskaaling og í juli var fyrsti skurðurin av aldum sukurtara.
Framleiðsluroyndir verða nú gjørdar í Danmark og Íslandi. Í hesum sambandi verður kannað um lønandi vinna fæst burturúr at framleiða djóra- og fiska fóður, gróðurevnir og matvørur burtur úr taranum.