Russland er í holt við at gera sínar kjarnorkukavbátar út við hypersoniskum rakettum.
Tað sigur Alexei Rakhmanov, sum er leiðari fyri størstu skipasmiðju í Russlandi við almennu tíðindastovuna, RIA.
Hetta sigur hann í einar samrøðu í almenna russiska tíðindamiðlinum í dag.
- Kjarnorkukavbátar fara javnan at verða útgjørdir við Zicron-rakettum, sigur hann.
Kavbátarnir, sum Alexei Rakhmanov sipar til, eru sambært Reuters kjarnorkuriknir kavbátar við krússararakettum.
Havgangandi hypersonisku Zircon-rakettirnar kunnu røkka 900 kilometrar, og tær ferðast skjótari enn ljóðið.










