Í hesum døgum verður økið kring eystara skýlið í Klaksvík gjørt liðugt.
- Arbeiðið er ein liður í at gera stadionøkið klárt til EM-kappingina hjá U17 kvinnum, sum verður í døgunum 4. til 17. mai.
Tað siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.
Lagt verður aftrat, at arbeiðið serliga fevnir um at gera gongubreyt framvið stadionøkinum.
- Arbeiðið kemur at ávirka ferðsluna í økinum nakað.
Tí heitir Klaksvíkar kommuna á øll ferðandi um at vísa størsta varsemi, meðan arbeiðið er í gongd.
- Arbeiðið verður eftir ætlan liðugt í vikuni eftir páskir, siga tey í Klaksvíkar kommunu.