Manchester United, Tottenham, Athletic Bilbao og Bodø/Glimt eita tey fýra liðini, ið hava vunnið seg í Europa League hálvfinalurnar.
Manchester United vóru deyðir og næstan grivnir. Teir vóru á odda 2-0 í steðginum. Lyon svaraði aftur við tveimum málum í seinna hálvleiki, og hóast fraklendingarnir vóru ein leikari færri á vøllinum í longdi leiktíðini, so megnaðu teir at leggja seg á odda 4-2. Men United reisti seg sum fuglurin Fønix úr øskuni, og við trimum málum seinastu minuttirnar vann United 5-4 og harvið samlað 7-6.
Manchester United-Lyon 5-4 (2-2 - 2-0) - United vinnur samanlagt 7-6.
1-0 Manuel Ugarte ('10 )
2-0 Diogo Dalot ('45 )
2-1 Corentin Tolisso ('71 )
2-2 Nicolas Tagliafico ('78 )
2-3 Rayan Cherki ('105 )
2-4 Alexandre Lacazette, br. ('110 )
3-4 Bruno Fernandes, br. ('114 )
4-4 Kobbie Mainoo ('120 )
5-4 Harry Maguire ('120 )
Bodø/Glimt sum á sumri í 2022 tapti 1-3 fyri KÍ við Djúpumýru í Klaksvík hevur skrivað norska fótbóltssøgu við at røkka hálvfinalunum í Europa League. Norska liðið vann heimadystin 2-0, og teir vóru samlað á odda 2-1 líka til seinasta minuttin av vanligu leiktíðini, tá Lazio tryggjaði sær longda leiktíð. Tað byrjaði at síggja svart út, tá Lazio legði seg á odda 3-0, og harvið 3-2 samanlagt. Bodø/Glimt megnaði tó at svara aftur við einum máli, og so var farið í holt við brotssparkskappingina, har Lazio skoraði upp á tvey av fimm brotsspørkum, meðan Bodø/Glimt skoraði upp á trý av fimm brotsspørkum.
Lazio-Bodø/Glimt - Samanlagt 3-3. Bodø/Glimt vann brotssparkskappingina 3-2.
1-0 Valentin Castellanos ('21 )
2-0 Tijjani Noslin ('90 )
3-0 Boulaye Dia ('100 )
3-1 Andreas Helmersen ('109 )
Í hinum báðum dystunum vunnu Athletic Bilbao og Tottenham sínar dystir í kvøld, og harvið eisini ein samlaðan fjórðingsfinalusigur.
Eintracht Frankfurt-Tottenham 0-1 (0-1) - Tottenham vinnur samanlagt 2-1.
0-1 Dominic Solanke, br. ('43 )
Athletic Bilbao-Glasgow Rangers 2-0 (1-0) - Athletic vinnur samanlagt 2-0.
1-0 Oihan Sancet, br. ('45 )
2-0 Nico Williams ('80 )
Hálvfinalurnar síggja soleiðis út: Athletic Bilbao-Manchester United og Tottenham-Bodø/Glimt. Hálvfinalurnar vera spældar 1. og 8. mai.