Í páskavikuni eru trý partrolarapør til fiskiskap eftir upsa.
- Væntandi kemur eitt par inn at landa leygardagin, og hini koma helst síðst í næstu viku.
Á Fiskamarknaði Føroya leggja tey aftat, at eitt partrolarapar í løtuni er úti og fiskar gulllaks.
Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tríggir eru á Íslandsrygginum.
- Teir hava smáligan fiskiskap, men allir koma inn at landa síðst í hesi vikuni.
Í gjár var bara ein av teimum smáu trolbátunum til fiskiskap, og teir koma helst inn at landa ein av fyrstu døgunum.
Trý garnaskip eru á svartkalvaveiði. Skipini hava brúkiligan fiskiskap, og øll koma inn í vikuni.
- Eitt garnaskip fiskar havtasku, men teir koma neyvan inn at landa fyrr enn eftir páskir, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.