Gera einki við grindina í dag

Grindin, sum slapp tvær ferðir í gjár, liggur nú í Sundalagnum, men verður ikki rikin í dag

Løgreglan í Havn hevur fingið fráboðanir um, at ein grind er sædd í Sundalagnum.

 

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at talan væntandi er um somu grind, sum tvær ferðir bleiv rikin í gjár, men báðu ferðir slapp.

 

Fyrst vóru tað kollfirðingar, sum royndu seg. Grindin varð funnin út fyri Kollafjørð, men Finnbogi Midjord, sýslumaður í Streymoy, segði í gjár við in.fo, at tá teir høvdu roynt at fáa hana at gera landgongd í ein tíma, varð avgerð tikin um at lata hana fara.

 

Løtu seinni sóu menn eina grind uttan fyri Strendur, og mett var, at hetta møguliga var sama grindin. Tá fóru fólk av Skálafjørðinum eftir henni, men heldur ikki tey eydnaðust at fáa ferð á hana.

- Teir fingu boð um ikki at øsa hana, so teir fóru róliga við henni, men hon lá og svam millum bátarnar, so teir fingu hana ikki heilt inn. Tí góvust teir bara og lótu hana fara, sigur Jacob Vestergaard, sýslumaður í Eysturoy.

 

Í dag er so aftur grind at síggja í Sundalagnum, men sýslumaðurin hevur avgjørt, at hon skal fáa frið, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.