Í gjár kunngjørdi Vága Floghavn seinastu uppgerðina yvir hvussu nógv fólk ferðaðust umvegis flogvøllin í 2015. Fimta árið á rað kundi flogvøllurin vísa á ein vøkstur, og samanborið við 2014, vóru heili 25.000 ferðandi fleiri umvegis flogvøllin í 2015.
Stjórin í Vága Floghavn, Jákup Sverri Kass, letur eisini væl at gongdina, og er bjartskygdur til 2016.
- Tað verður spennandi at vita hvussu 2016 verður. Í 2014 gav oljuvinnan nógv ferðandi, meðan sólarmyrkingin dró fólk til Føroyar í 2015, so tað verður spennandi at vita, um vit megna at halda upp á vøksturin. Sum nú er, so væntar ferðavinnan tó fleiri ferðafólk í 2016, so tað sær spennandi út.
Tað er eingin ivi um, at sólarmyrkingin fyrr í ár dró nógv ferðafólk til Føroya, men sambært Jákup Sverra Kass, so vóru tey bara ein partur av vøkstrinum.
- Eini 25.000 fleiri ferðafólk ferðaðust umvegis flogvøllin í 2015, har av 4.000 teirra vóru í tíðarskeiðinum kring sólarmyrkingina. So tað er bara ein lítil partur av vøkstrinum.
Ein onnur orsøk til góðu gongdina síðstu árini hevur verið blomstrandi oljuvinnan í Norra, har fleiri føroyingar hava fingið starv. Seinastu tvey árini hevur Bergen eisini yvirhála Ísland á triðja plássinum yvir flogvøllir, ið ferðandi ferðast til.
Flogvallarstjórin metir tó, at tað ikki bara er oljuvinnan, ið er orsøkin til, at fleiri føroyingar ferðast til Noregs.
- Tað hevur altíð verið eitt ávíst søguligt samband millum Føroyar og Norra. Norrøna hevur fyrr siglt til Bergen, og nú tykist, at Atlantic Airways hevur satsað meira upp á at flúgva til Noregs. Tað sæst eisini aftur í talinum av ferðafólkum.
Hóast farstøðin í Vága Floghavn er nýggj, so hevur vøksturin seinastu tíðina sett nøkur eyka krøv til flogvøllin.
- Farstøðin er bygd til at rúma eini 400.000 fólkum árliga, men longu nú síggja vit, at tað er størst trýst ávísar tíðir. Tí hyggja vit at ymiskum viðurskiftum, ið vit ynskja at bøta um. Í fyrstu atløgu er talan um at møguliga útbyggja viðførisrúmið og gera fleiri parkeringspláss. Men vit taka tað stigvíst, tí vit ynskja ikki at seta okkum í ov stóra skuld sum nú er.

Jákup Sverri Kass.
Gera ábøtur við flogvøllin

Jákup Sverri Kass.

Jákup Sverri Kass.

Jákup Sverri Kass.

Jákup Sverri Kass.

Jákup Sverri Kass.

Jákup Sverri Kass.