Ger páskareggini heima við børnunum

Uppskot til heimagjørd páskaregg

Tað er bæði lætt og stuttligt at gera heimagjørd páskaregg ella konfekt - eisini saman við børnunum. Um tú ikki hevur formar til at gera sjokoláta egg, sum vit vanliga kenna tey, so ber eisini væl at at gera tey við fyllu, sum tá bakað verður til jóla. 

 

 

Uppskot til heimagjørd páskaregg:

 

 

Tilfar:

  • 200 gram góða myrka ella ljósa sjokolátu 
  • 500 gram marsipan
  • 75 gram nugga
  • Jørðnøtir, turkað hindber ella annað at pynta við

 

 

Arbeiðsháttur:

  • Smelta sjokolátuna í vatnbaði ella í mikroovni
  • Sker marsipanið í eini 30 líka stór stykkir og ger smáar kúlur
  • Sker nugga í 30 smáar fýrakantar at koyra í marsipanið
  • Lat marsipankúluna upp og koyr ein punt av nugga í hvørja, og rulla síðani til eitt "egg"
  • Vend egginum í smeltaðu sjokolátuna og pynta við hakkaðum jørðnøtum, turkaðum hindberum ella øðrum tær dámar væl.