Gerðarætturin farin langt út um sínar heimildir

Leiðslurnar í føroysku fakfeløgunum skúma um at Fasti Gerðarætturin er farin út um sínar heimildir við at seta tíðarfreist á fráboðanir til verkfall. – Gerðarætturin hevur strikað eina 100 ára gamla siðvenju »overnight«, sigur Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag

Arbeiðsmarknaður

Randi Jacobsen og Rógvi Nybo

randi@sosialurin.fo, rogvi@sosialurin.fo


Tvær ferðir hesa vikuna hevur Fasti Gerðarættur, sum er settur at loysa trætur á arbeiðsmarknaðinum, sagt, at Starvsmannafelagið hevði heimild at lýsa verkfall fyri portørarnar, tí eingin sáttmáli er. Men Gerðarætturin góðtók kortini ikki verkfallið við teirri grundgeving, at fráboðanin varð givin ov stutt frammanundan.

Júst henda grundgevingin hevur loypt øði í alla fakfelagsrørsluna, sum heldur, at Gerðarætturin her er farin langt út um sínar heimildir. Eingin regla finst nakrastaðni um tíðarfreist fyri fráboðan av verkfall. Men í úrskúrðinum um lýsta arbeiðssteðginum hjá portørunum hevur Gerðarætturin skoytt uppí, at hann heldur tað verða neyðugt við tílíkum reglum í einum framkomnum samfelagi.

- Gerðarætturin hevur sagt, at verkfallið var lógligt. Og skuldi hann havt sett punktum har. Her hevur hann blandað tvey ting saman, og hevur harvið flutt fokus, sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum.


Spjaðir heldur enn savnar

Jarvin Feilberg Hansen, sum er formaður í Føroya Pedagogfelag, heldur at hetta er eitt vandamikið stig, sum Fasti Gerðarættur hevur tikið.

- Hetta loysir einki. Hetta hevur heldur spjatt okkum, at teir gera kravið soleiðis, staðfestir Jarvin Feilberg Hansen.

- Gerðarætturin hevur blandað seg upp í okkara samráðingarrætt og brotið siðvenjuna, sum hevur verið galdandi í 100 ár, sigur Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag.

Og júst hetta hevur forkvinnan í Starvsmannafelagnum eina sera greiða meining um.

- Vit fara ikki at geva vunnin rættindi frá okkum, slær hon fast.

Men Føroya Arbeiðsgevarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya eftirlýsa í yvirlýsing í gjár, at henda avgerðin hjá Fasta Gerðarætti kanska fær fakfeløgini at vakna og fær tey at tosa um eina fráboðanarfreist. Eru tit ikki villig til at yvirhøvur tosa um eina fráboðanarfreist?

- Tað kann vera, at vit vilja tosa um eina fráboðanarfreist. Men hetta er ikki mátin at fáa ein dialog um eina fráboðanarfreist, sigur Selma Ellingsgaard.


Inn gjøgnum bakdyrnar

Fakfeløgini eru sannførd um, at Fíggjarmálaráðið við hesum stignum, at brúka tíð í Gerðarættinum heldur enn at royna at loysa ósemjuna, sum hevur staðið við síðani í fjør vár, útnyttar støðuna hjá heusm 40 til 50 portørunum, sum eru raktir, til at sníkja nakrar reglur niður yvir høvdið á teirri samlaðu fakfelagsrørsluni. Hetta sláa tey fast, at tey fara ongantíð at góðtaka.

- Fasti Gerðarætturin átti at vitað, at við at sníkja ein slíkan eykadóm inn, hevur vassað út í ein dóm, sum skapar misálit á Gerðarættin, ein Gerðarætt, sum fakfeløgini sjálvi løgdu lunnar undir, staðfestir Magnus Tausen.

Vár í Gong, sum er forkvinna hjá Sjúkrarøktarfrøðingunum, heldur at tað er ein rein provokatión frá Fíggjarmálaráðnum at skoyta slíkt uppí, sum at starvsøkið hjá portørunum er serliga viðbrekið, og at tað tí krevst tíð til at fyrireika seg til verkfallið.

- Hatta er púra burturvið. Óansæð hvussu long fráboðanin er, um hon er tveir tímar, nakrar dagar ella ein mánað, so ber ikki til at fyrireika seg til eitt slíkt verkfall. Portørarnir kunnu ikki trilla sengur niðurfyri og koyra rusk vekk niðurfyri, vísir Vár í Gong á.


Uppaftur á barrikadurnar

Fakfelagsfólkini leggja afturat, at stigið hjá Fíggjarmálaráðnum við at fara í Fasta Gerðarættin við pástandinum um stutta skotbráðið, eisini hevur skatt álitið hjá fakfeløgunum á Fíggjarmálaráðið.

Líkt er til at eitt mál sum hetta hevur ført fakfeløgini saman aftur. Fyri 14 døgum síðani skrivaðu fimm fakfeløg, Føroya Pedagogfelag, Føroya Lærarafelag, Starvsmannafelagið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Havnar Arbeiðskvinnufelag, undir samstarvsavtalu, og onnur feløg eru eisini á veg upp í samstarvið.

Á fundi komandi hósdag fara hesi fakfeløgini at taka Fasta Gerðarætt upp til eina ógvusliga revisión, sigur fakfelagsformenninir.