Georgia hevur ríkar fótbóltstraditiónir

Georgia spældi ein stóran leiklut í fótbóltslívinum í fyrrverandi Sovjetsamveldinum, og aftan á Russland og Ukraini varð landið roknast sum tann sterkasta fótbóltstjóðin

Tað er ikki nakrari smávegis fótbóltstjóð, sum føroyska landsliðið skal spæla ímóti á Svangaskarði mikukvøldið. Georgia varð í síni tíð roknað millum sterkastu fótbóltstjóðirnar í Sovjetsamveldinum.
Dinamo Tblisi var øll árini millum fremstu feløg í Sovjetsamveldinum, og onkuntíð hevði landið størri umboðan í bestu deildini við liðunum úr Kutaisi og Lantjhuti.
Tvær ferðir  í 1964 og 1978  vann Dinamo Tblisi sovjetiska meistaraheitið. Teir vóru javnan við í europeiskum kappingum, og har vóru úrslitið serliga góð í sjeyti og fyrst í áttatiárunum. Í 1979 sendi Dinamo Tblisi legendariska liðið hjá Liverpool, sum tá var í hæddini, úr meistarakappingini hjá UEFA við at vinna 3-0 á heimavølli.
Tvey ár seinni sigaði Dinamo Tblisi, sum bert annað sovjetiska felagið, í europeisku kappingini fyri steypavinnarar. Tblisi vann finaludystin í Dusseldorf 2-1 á Carl Zeiss Jena úr Eysturtýsklandi.
Fýra spælarar úr Georgia vóru við á sojvetiska landsliðnum, sum vann seg fram í hálvfinalurnar í HM í Onglandi í 1966.
Í HM í 1970 var Murtíz Hurtsilíva sovjetiskur liðformaður, eins og ein annars sterkur miðverji, Aleksandr Tjivídze varð tað í HM í 1982. Hann var eisini liðformaður á liðnum, sum tapti tann kenda dystin í Parkini ímóti Danmark 4-2 í 1985.