Nógvir hyggjarar fara helst at sakna brúkarasendingina Rist, sum nú verður tikin av skránni hjá sjónvarpinum í Kringvarpinum.
Men verturin, Georg L. Petersen, sleppur helst allíkavæl at arbeiða víðari við brúkaramálum. Tí frá 1. januar verður hann aftur at finna millum blaðfólkini á Dimmalætting.
Hetta eru trý ár eftir, at hann fór av Dimmu yvir í Kringvarpið at arbeiða.
- Orsøkin er, at eg fekk eitt gott tilboð, sum eg tók av. Og Dimmalætting er eitt heilt annað blað í dag, enn tá eg fór á sinni. So eg síggi tað sum eina stóra og spennandi avbjóðing, við nýggjum tíðum og aðrari leiðslu, sigur Georg L. Petersen. Her sipar hann til nýggja bygnaðin við Árna Gregersen og Brynhild Thomsen í leiðsluni.
- Mær dámar stak væl journalistiska leistin á blaðnum, har tey eru meira kritiskt og spísk, sigur hann.
Vanligur blaðmaður
Georg L. Petersen, sum er sonur ein av høvuðspartaeigarunum á Dimmalætting, Lisbeth L. Petersen, hevur áður verið blaðstjóri, ábyrgdarblaðstjóri og tíðindaleiðari á blaðnum. Men beint áðrenn hann gavst fyri trimum árum síðani, var hann blaðmaður. Kortini sigur hann seg ikki hava nakrar ætlanir um eitt leiðslustarv.
-Eg havi bæði verið tíðindaleiðari og stjóri. Men mær dámar væl at royna mína fakligheit sum journalistur Tað bæði tími og dugi eg best, sigur hann.
Eisini vísir hann á, at arbeiðsplássini á journalistiska økinum hanga ikki á trøunum, og hann kundi ikki hugsað sær at verði spinndoktari ella ráðgevi í vinnulívinum.
Ikki løn, men sømdir
Um tilboðið frá Dimmu, sum Georg L. Petersen nú hevur tikið av, sigur hann tað ikki vera tann stóra lønarmunin í mun til í Kringvarpinum. Heldur eru tað aðrar sømdir, sum lokka.
- Millum annað sleppi eg í stóran mun sjálvur at gera av, hvørjar uppgávur eg átaki mær. Og tað er ikki óhugsandi, at eg haldi fram við brúkaratilfarinum, tí tað hevur avgjørt mín stóra áhuga, sigur Georg L. Petersen.









