Loysingar gleddust øgiligt og fingu sterkar politiskar verkir, tá ið Trumpur hóttaði við at taka Grønland frá Danmark
Síðani hava teir gingið eggsjúkir og bíðað eftir, at Trumpur eisini fer at skræða Føroyar og landgrunnin burtur úr Rikisfelagsskapinum.
Loysingar eru heilt bergtiknir av teimum stálsettu hjádreingjum (hang arounds), sum Trumpur samlar rundan um seg.
Serliga Sukurbergur og Muskur hugtaka loysingar.
Kulturátarin Birgir Kruse er longu farin at skriva eitt lítið dusin av púra óforstáiligum bloggum um tað lukrativa transatlantiska samarbeiðið, sum kann fáa sjálvt Golfstreymin at stúrsa við.
Vit leita søguliga aftur um Leiv Øssursson og Gera Føroyar Stórar Aftur. - GFSA.
Tá ið Trumpur skifti navn á einum fjallatoppi og Tí mexicansku Golfini fingu tjóðveldistar geografiskan ovurhuga og skjóta tí markantar broytingar upp
Atlantarhavið skal eita Føroya oceanið og sjógvurin millum Hetland og Føroya skal eita Erlendsrenna (Erlends gutter).
Slættaratindur skal eita Trøllatindur og Beinisvørð skal eita Sirusvørð.
Kirkjubøreyn skal eita Mount Johnny eftir Joannesi Patursson bonda (Johnny the farmer Peterson.)
Fyri at heiðra tann vælgreidda Fjesbokastjóran Sukurberg verður Enniberg kallað Sukurberg.
Tann søti rikmaðurin hevur longu keypt sær húðaskogvar, so hann ekkaleysur saman við Birgir Kruse kann fara til fjals á Viðareiði og vera hjástaddur, tá ið Enniberg verður til Sugar Mountain.
Kruse fer síðani at hava eina frásøgn uppá 7 tímar, har hann fortelir hvussu stóran týdning fjesbokin hevur fyri nýføroyskan og transatlantiskan identitet og Hollywood filmar !!!
Sum vant á tjóðveldisfundum foru menn at berjast, tí tann spakmælti Erlingur E. lúnaði um, at hann ikki var geografiskt uppkallaður.
Erlingsfelli var skotið upp um Oyrnafjall, men tvørámenn noktaðu, so tann væluppdrigni Erlingur mátti noyðast við eitt annað fjall sum skal eita Vodkatindur, so Erlingur kann fara yvir i søguna sum rúsandi fullur igongdsetara pionerur.
Onkur undrast kanska, hví Muskur ikki er uppí. í.
Men hann er seingjarliggjandi, ti menn royna at venja hann av við at peiggja heilandi við høgra armi.
Kønir heilarar halda hann gera for nógv av. Hann fær næstan ikki høgra arm niður, men heilar í heilum, bara hann sær ein bil.
Tað halda royndir heilarar vera ovboðið, so teir hava lagt Muskin i spennnitroyggju og bundið høgra arm fastan í ein Tesla bil.