Átta týðandi heryvirmenn, teirra millum fimm generalar, eru rýmdir úr Libya og hava leitað sær skjól í Italia. Á einum tíðindafundi í Rom í dag greiddu teir átta heryvirmenninir frá, at teir eru rýmdir úr Libya fyri at mótmæla áganginum hjá Muammar Gaddafi ímóti tí libyska fólkinum.
-Tað, sum hendir fólki okkara, er ræðandi, segði Oun Ali Oun, sum er ein av teimum rýmdu generalunum. Hann segði, at morð, fólkadráp og ágangur ímóti kvinnum eru gerandiskostur í Libya.
Teir libysku heryvirmenninir søgdu, at herurin hjá Gaddafi er viknaður, og generalurin Salah Giuma Yahmed segði, at tað stundar ímóti endanum hjá libyska einaræðisharranum. Teir flýddu heryvirmenninir vilja vera við, at næstan 120 hermenn eru flýddir úr herinum hjá Gaddafi teir seinastu dagarnar.
Suðurafrikanski forsetin, Jacob Zuma, kom til Libya í dag at royna at finna eina friðarliga loysn á stríðnum millum Gaddafi og uppreistrarmenninar. Seinnapartin hevði hann fund við Gaddafi, og í kvøld fór hann aftur úr Tripoli. Einki varð sagt um, hvat kom burtur úr fundinum.