Eisini vøkstri, sum er við at hvørva. Í hesum døgum hátíðarheldur Nordiska Genbanken 20 ára føðingardag, og ger samstundis vart við, at lívfrøðiliga margfaldni millum plantir er eitt høgt raðfest øki í norðurlendska samstarvinum.
Í hesum sambandi hittast granskarar úr øllum heiminum á ráðstevnu, har kjakast verður um, hvussu hótt djórasløg verða vard. Høvuðstalarin verður Ritt Bjerregaard, fyrrverandi umhvørviskommiserur í ES-nevndini.










