Heldur ikki hesa ferð var nakar vinnari av stóra pottinum, og tí fer gekkurin fyri fyrstu ferð upp á sjey-siffraða upphædd 800.000 krónur vóru í Gekkinum í kvøld, men eins og tað hevur verið tær so nógvar seinastu ferðirnar, so rakti hjólið ikki rættað feltið, tá snarað varð.
Sjónvarpið hevur aftur hesa ferð lagt 200.000 krónur afturat í pottin, sum soleiðis er til reiðar at seta enn eitt nýtt met. Hesa ferð við heilari millión, sum altso kann vinnast fríggjadagin um eina viku.