+Nógv fólk eru í Klaksvík í hesum døgum í samband við, at árligi Summar Festivalurin verður hildin um vikuskiftið.
Tað hevur gingið friðarliga fyri seg á festivalinum, men árla í morgun, tá flestu festivalgestir allarhelst hava sovið aftaná eina langa nátt, fekk løgreglan fráboðan um ein persón, ið var ein farin ein túr upp á eitt av høgu fjøllunum, ið liggur runt Klaksvíkina.
- Vit fingu fráboðan um, at ein persónur var farin til gongu niðan á Háfjall. Tað eydnaðist tó ikki at koma upp á fjallið, men gekk viðkomandi seg fastan rættiliga ovarlaga í fjallinum, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.
Tískil blivu boð send eftir Norðoya Bjargingarfelag, ið sendu fólk niðan at hjálpa viðkomandi oman av fjallinum aftur.
Sambært vakthavandi á løgreglustøðini eru bjargingarfólk og persónurin júst afturkomin av fjallinum í øllum góðum.

Gekk seg fastan á Háfjalli

