Gbob undanumfør

Nú ber til hjá bólkum at melda seg til Gbob undanumførini, sum vera í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 25.-27. okt. The Global Battle of the Bands, heimsins størsta live talent kapping fyri livandi popp- og rokkbólkar gerst bara størri og størri fyri hvørjaferð og er vaksin úr 16 londum í 2004 til 24 lond í 2005 og til umleið 34 lond í ár.

 

The Global Battle of the Bands umfatar allar tónleikasjangrur og strembar eftir at fáa heimsins bestu ó-fabrikeraðu talent út til eina störri fjöld.

 

Hvört ár verða undanumför og Tjóðarfinalur hildnar í mongum londum kring heimin, har vinnararnir fara víðari til Heimsfinalurnar, sum aftur í ár verða í London desember.

 

Vinnandi bólkurin fær 100.000 US-dollars kontant umframt eina heimsumfatandi konsertferð.

 

Föroysku undanumförini verða hildin í Mentantarhúsinum í Fuglafirði hósdagin 25. og fríggjadagin 26. oktober. Föroyska Tjóðarfinalan verður hildin leygardagin 27. oktober, eisini í Mentanarhúsinum.

 

Ein föroyskur bólkur sleppur síðani við til London at royna seg.