GBOB
<st1:PersonName w:st="on" ProductID="J?n Tyril"$?$end$!$Jón Tyril</st1:PersonName$?$end$!$ úr G!Music, ið skipaði fyri føroysku útgávuni av GBOB, var ræðuliga væl nøgdur við tiltakið, tá vit prátaðu við hann sunnudagin. Hann segði, at áskoðaratalið var nøktandi, hóast tað ikki var útselt nakað av kvøldunum. Fólk vóru glað, og hølini kendust ongantíð tóm. <BR>Hóast talan var um kapping, so segði hann, at hann merkti einki til nakran illvilja, ella neiligan kappingarhuga. Heldur ikki millum tónleikararnar. Har var ein feel good kensla, eitt sindur sum á G! sigur Jón. Hetta er við til at menna føroyskan tónleik, og hann heldur, at tú føldi á tónleikarunum, at teimum dámdi væl at luttaka.
Hann heldur, at tiltakið var so væl eydnað, at hetta væntandi verður gjørt aftur næsta ár.
Øgiliga fjøllbroytt.
Hann frøddist almikið um fjøllbroytni og helt, at tað var frálíkt, at t.d ein bólkur sum Moja valdi at luttaka, tí hetta gav kappingini nakað heilt annað. Eitt ordiliga positivt ískoyti, við ordiliga etableraðum tónleikarum, ...og sangarindurnar tær hava sungið, síðan eg var smádrongur, sigur Jón.Tær fara á sama pall sum ungir punkbólkar, sum bara koyra beint fram og umhugsunarsamur popprokkur, sum tann hjá Mariusi, tað gerst ikki nógv meira fjøllbroytt enn hetta.
Eisini útlendsku dómararnir vóru væl nøgdir og hildu, at alir tólv finalu bólkarnir vóru ordiliga góðir. Bæði útlendsku og føroysku dómararnir hava skriva viðmerkingar um hvønn bólk í sær, og hesar verða nú savnaðar og sendar til bólkarnar.
Framtíðin sær bjørt út
Nógvir nýggir bólkar luttóku í ár, og Jón heldur, at her er talan um nógv stór talentir, Hetta søgdu dómararnir eisini. Jón heldur serliga, at bólkurin Skunk var eitt stórt og jaligt yvirraskilsi, eitt slag av útrykksfullum og sterkum punkbólki, sum kann fáa eina stóra framtíð.