Statsliga russiska gassfelagið Gazprom fer frá mikudagin at rokna at minka um gassveitingina til Týskland við gassleiðingini Nord Stream 1 enn meira.
Orsøkin er sambært felagnum viðlíkahald av eini gassturbinu. Tað upplýsti felagið í dag sambært tíðindastovuni Reuters.
Dagliga gassveitingini gjøgnum gassleiðingina fer frá mikudegnum at verða minkað til 33 milliónir rúmetrar. Tað svarar til umleið 20 prosent av mesta føri.
Tað framgongur ikki, hvussu leingi hendan minni veitingin fer at standa við.
Seinastu boðini frá Gazprom merkja altso, at veitingingarnar til Evropa verða umleið helmingurin frá mikudegnum.
Gassleiðingin kann, tá hon koyrir við fullari megi, veita umleið 167 milliónir rúmmetrar av gassi um dagin.
/ritzau/











