Gaza-stríðið hevur ført til harðskap í Týsklandi

Í Týsklandi eru skrásett 4300 brotsgerðir og harðskapsmál knýtt at krígnum í Gaza.

Pro-palestinskt mótmæli í Nord-Rhein Westfalen. Týskland hevur bannað Hamas at virka í landinum, og palestinski bólkurin Samidoun er upployst. - Foto: Thomas Banneyer/Ritzau Scanpix

Í Týsklandi eru skrásett umleið 4300 brotsgerðir knýttar at krígnum í Gaza – teirra millum næstan 500 harðskapsmál.

Tað segði týski løgmálaráðharrin, Marco Buschmann, tá hann í dag var við til eitt jødiskt tiltak í Berlin.

Týski ráðharrin hevur heitt á innanríkisráðharrarnar í teimum 16 deilstatunum um at fáa broytt taktikkin hjá løgregluni við mótmælistiltøk, so løgreglan raðfestir at tryggja prógv heldur enn at royna at broyta støðurnar.

– Lógin skal fylgjast neyvt í slíkum førum, sigur Buschmann.

Millum mongu lógarbrotini eru dávidsstjørnur málaðar við spray á hús, ísraelsk fløgg, sum eldur er settur í, eins og fleiri 100 hóttanir um at drepa ísraelar og jødar og hóttanir um oyðilegging. Hóttanir eru vanliga setta fram undir mótmælistiltøkunum.

– Jødar eru bangnir fyri at tosa hebraiskt í almenna rúminum, eins og teir eru bangnir fyri at fara út við kalotti, sigur týski løgmálaráðharrin.

Týsklan hevur bannað Hamas at virka í Týsklandi, og palestinski bólkurin Samidoun er upploystur.

Harumframt er slagorðið »frá ánni til havið« bannað á øllum málum í Týsklandi. Buschmann sigur, at hetta slagorðið er vent ímóti Ísraels rætti at vera til.

Hann hevur biðið ES nevndina um at banna setsølu av T-shirts við slagorðinum.

Løgmálaráðharrin sigur, at tað hevur breitt út ótta og ført til avlýsingar av fleiri tiltøkum av vantandi trygd. Hann viðmerkir, at luttøka í almenna rúminum er minkað.

/ritzau/dpa