Gaza er við at gerast ein kirkjugarður hjá børnum

Tað sigur ST-aðalskrivarin, António Guterres.

Í dag kunngjørdu myndugleikarnir í Gaza, at talið av deyðum eftir áhaldandi ísraelsku álopini seinastu vikurnar nú er farið upp um 10.000.

 

Millum tey mongu, sum hava latið lív í álopunum, eru nøkur túsund børn. ST-aðalskrivarin, António Guterres, sigur, at Gaza er í ferð við at gerast ein kirkjugarður hjá børnum.

 

Hann endurtekur, at tað týdningarmesta, nú kríggið millum Ísrael og Hamas leikar á, er at verja sivilfólkið. 

 

- Áhaldandi álopini raka eisini sivilfólk, sjúkrahús, flóttafólkalegur, samkomuhús og ST-støðir. Eingin er tryggur í Gaza, sigur ST-aðalskrivarin, António Guterres.

 

Heilsumálaráðið í Gaza, sum Hamas stendur aftanfyri, upplýsir í dag, at nú eru fleiri enn 10.000 fólk deyð í Gaza, harav 4.104 børn.

 

Tað er norska Dagbladet, sum ber hesi tíðindi seinnapartin í dag.