Løgmaður fæst ikki at lova, at farið verður undir Sandoyartunnilin beint nú Tað er framvegis ógreitt um arbeiðið at gera Sandoyartunnilin, fer í gongd nú beinanvegin, ella um tunnilin skal bíða.
Í løgtinginum í vikuni royndu løgtingsmenn at fáa løgmann at geva eini greið boð um, nær farið verður undir Sandoyartunnilin.
Men løgmaður fekst ikki at geva nakað lyfti í hesum sambandi,skrivar Sosialurin í dag.
- Alt málið ber brá av, at tað er ikki endaliga viðgjørt
Sjálvur tekur hann heilt og fult undir við, at Sandoyartunnilin verður gjørdur og tí vildi hann sjálvur virka fyri, at farið verður undir tunnilin, ongantíð ov skjótt.
- Men vit skulu ígjøgnum eina politiska telving um hetta málið og vit skulu hava eina semju um, hvussu vit fara fram og tann semjan er ikki funnin enn, segði løgmaður.
Og hann legði afturat, at ábendingar eru um, at funnið verður fram til eina semju, sum er nøktandi fyri sandoyingar og suðuroyingar










