Silvestre, Park og Scholes eru enn á skaðalistanum hjá Manchester United, men nú sá út til, at Gary Neville fór at verða klárur. Gary Neville bleiv eisini royndarkoyrdur á eykaliðnum, men har breyt skaðin upp aftur. So enn ganga nakrar vikur, áðrenn Gary Neville verður á høgra bakki. Alex Ferguson ætlar eftir øllum sólarmerkjum at byrja inni við Louis Saha og Owen Hargreaves í Champions League dystinum ímóti Dynamo Kiev á Old Trafford í kvøld. Vinnur United í kvøld hava teir 12 av 12 møguligum stigum, og skuldu harvið verið tryggjaðir luttøku í 1/8 finaluni. Fyrri dysturin millum United og Dynamo Kiev í Ukraina, endaði 4-2 til United.