Garrvill málveitsla í Dortmund

Champions League: Eisini er enn eitt enskt vónbrot í Champions League blivið veruleiki í kvøld

Í Bólki F í Champions League var týska Borussia Dortmund stórfavorittur at vinna á heimavølli ímóti pólska Legia Warszawa. Dortmund endaði við at vinna dystin við trimum málum, men sermerkt var, at dysturin endaði heili 8-4(!) til heimaliðið. Longu eftir 32 minuttir var støðan 5-2 til Dortmund, og so var støðið sett fyri málveitsluna, har heili 12 mál vórðu skorað at enda.

 

Í sama bólki vann Real Madrid á útivølli 2-1 ímóti Sporting Lissabon. Greitt er, at Dortmund og Real Madrid koma víðari úr hesum bólki. Dortmund hevur 13 stig, meðan spanska kongafelagið hevur 11 stig. Real Madrid hevur møguleika at stjala fremsta plássið í bólkinum í síðsta bólkaspælsumfari, tá ið júst Dortmund kemur á vitjan á Santiago Bernabeu.

 

Í bólki E gjørdist enn einaferð talan um stórt, enskt vónbrot, tá ið enska Tottenham á útivølli tapti 2-1 ímóti Monaco. Úrslitið merkir, at Tottenham hevur mist møguleikan at koma víðari úr bólkaspælinum. Monaco kemur víðari úr hesum bólki saman við Bayer Leverkusen.

 

Í bólki G endaði tað 0-0 í Keypmannahavn ímillum FCK og FC Porto. Úrslitið merkir, at FCK skal vinna sín síðsta dyst ímóti Club Brugge samstundis sum, at FC Porto ikki vinnur á heimavølli ímóti Leciester í sínum síðsta dysti, um danskarnir skulu spæla seg víðari.

 

Leicester vann í kvøld 2-1 ímóti Club Brugge og endar fremst í bólki G.

 

Í bólki H vann Juventus 3-1 á útivølli ímóti Sevilla. Hetta merkir, at italiumenninir hava tryggjað sær víðari luttøku. Framvegis er ógreitt, um tað verður antin Sevilla ella Lyon, sum tryggjar sær hitt plássið úr bólkaspælinum.

 

Øll kvøldsins úrslit í Champions League eru at síggja niðanfyri:

 

Bólkur E:

CSKA Moskva - Bayer Leverkusen 1-1

Monaco - Tottenham 2-1

 

Bólkur F:

Borussia Dortmund - Legia Warszawa 7-4

Sporting Lissabon - Real Madrid 1-2

 

Bólkur G:

FCK - FC Porto 0-0

Leicester - Club Brugge 2-1

 

Bólkur H:

 

Dinamo Zagreb - Lyon 0-1

Sevilla - Juventus 1-3