Garnhúsið fingið nýggjan ungan leiðara

Sunda kommuna hevur sett Jórunn Gudmundsen sum nýggjan leiðara í Garnhúsinum

Jórunn Gudmundsen hevur arbeitt nógv við børnum og ungum bæði innan ítrótt og tónleik. Hon er er 26 ára gomul, hevur skrivstovuútbúgving og tekur leiðsluútbúgving.

- Sunda kommuna bjóðar Jórunn hjartaliga vælkomnari í starvsfólkahópin. Samstundis vilja vit takka Hans Andriasi fyri tíðina, skrivar Sunda kommuna á heimasíðu síni.

Garnhúsið á Oyri er ungdómshús og tilhaldsstað hjá ungdómi úr allari kommununi. Opið er týskvøld og fríggjakvøld. Jórunn Gudmundsen er longu byrjað í starvinum.