Gardner drøn sendi Sunderland víðari

Sunderland heldur fram við at gera tað gott í steypakappingum í Onglandi.

Sunderland heldur fram við at gera tað gott í steypakappingum í Onglandi.

 

Eftir at hava rokkið Capital One Cup finaluni við millum annað at hava sligið Chelsea og Manchester United út á vegnum, hevur Sunderland nú spælt seg fram til fjórðingsfinaluna í stóru FA Cup kappingini.

 

Gus Poyet hevði annars broytt liðið á níggju plássum til hendan dystin móti Sunderland, og kortini megnaði liðið at vinna móti einum ikki serliga áhugaðum Southampton.

 

Tað var eisini eitt mál vert at vinna eina áttandaparts finalu, sum avgjørdi dystin, tá Craig Gardner smekkaði til væl uttan fyri 16-meturin, og bólturin sat í handara tríkanti.

 

Lambert megnaði at skjóta bóltin upp um Sunderland málið frá hálvum metri úti, men annars var Southampton ongantíð veruliga við at hótta Sunderland.