Garðurin hjá Nólsoyar Páll liðugur næsta ár

Fyrilestur um bygging av húsinum hjá Nólsoyar Páll

 

Fyrilestur um bygging av húsinum hjá Nólsoyar Páll

 

Norðoya Sparikassa bjóðaði í gjárkvøldið til fyrsta tiltakið í drúgvu skránni hjá Føroya Sjómannadegi fyri hesa vikuna. Talan var um ein frágreiðing um verkætlanina kring húsið hjá Nólsoyar Páll, sum í hesum døgum verður endurreist á Biskupstøð.

 

Tað var ein av stigtakarunum, Archibald Black, ið greiddi frá, hvussu gongur við hesi bygging. Laðingin gongur sum ætlað og skal standa liðug í oktober í ár, ið vónir eru um. Síðani kemur timburarbeiðið, og skal húsið vónandi standa liðugt seint í komandi ári.

 

Húsið skal brúkast sum Nólsoyar Páll-savn, men eisini kunna verða brúkt til móttøkur hjá feløgum og vinnulívi.

 

Archibald greiddi eisini frá, at verkætlanin hevði fingið góða móttøku bæði hjá myndugleikum og vinnulívi, og nýtti hann høvi at takka fyri tann dygga stuðul, teir høvdu fingið at fremja hesa serstøku bygging fyri.

 

Archibald greiddi frá um útlongsulin og siglingarhugin hjá Nólsoyar Páll, sum helst mundi verða kveiktur í  honum longu sum ungur drongur í Nólsoy. Tá hava hópin av skipum ligið á Havnarvág og skipað vørur upp til Rybergs handil í Vágsbotni.

 

Her var eitt yðjandi lív í eini 30 ár við nógvum skipum og nógvum fólki, og var hetta virksemið í hæddini í 1781-82, tá ið Nólsoyar Páll er 15-16 ár. 

 

Í 1789 skrivar Sir Stanley, sum er á vitjan í Havnini, at føroyingar eru eitt vinarligt og fyrikomandi fólk, og at so nógv lív er í á havnargøtum, at tær eru átøkar gøtunum í London. Í 1787 riggar Ryberg av, og aðrir taka yvir.

 

Í 1801 giftist Nólsoyar Páll uppaftur við Marin Malenu, sum er bóndadóttir úr Norðistovu í Gerðum. Skrivað stendur, at 9. apríl 1806 verður makaskifitið um Myrkjanoyragarðin fyri Uppistovugarðin á Norðoyri undirskrivað á Biskupstøð – Tí kann vera sannlíkt, at longu stutt eftir 1801 er Nólsoyar Páll farin í holtur við at byggja ein eftir tátíðar meti ikki so lítlan fýra longdan garð, helt Arcibald Black fyri.

 

Archibald er í beinari linju eftir Nólsoyar Páll og situr á Myrkjanoyragarði hansara í dag. Nólsoyar Páll, Apolonia, Hanus, Jákup, Hans, Brita, Archibald.

 

Væl av fólk var og lýddi á, og kom nógv áhugavert fram. Eisini beyð Norðoya Sparikassi ein góðan kaffimunn aftaná, og fólk høvdu nógv at práta um.