Ganska almindiligt snikksnakk!?

á Borg á Argjum mannarættindadag 2014

Pallborðsfundur um børn og mál

Áhugaverdur pallborðsfundur var í Skúlanum við Løgmannabreyt nú í heyst. Barnaútvarpið varpaði ljós á evnið, børn og mál (telduspøl o.s.fr.).

Pallborðsfólkini høvdu nógv  góð orð at bera fram, men eg hvakk eitt sindur við av málburðinum hjá tveimum tilkomnum monnum, sum sótu saman við eitt borð í skúlahøllini og høvdu viðmerkingar til pallborðsfólkini.

GANSKA ALMINDILIGT SNIKKSNAKK: Hatta var hálvavegna niðurstøðan, teir báðir komu fram til viðvíkjandi pallborðsorðaskiftinum!?

Eitt sindur kløkkur varð eg eisini, tá onkur við pallborðið helt, at vit málsliga kanska áttu at nærkast hugburðinum hjá “snikksnakkmonnunum”!?

GÓÐA BARNAÚTVARPIÐ! Takk fyri, at tit varpaðu ljós á málið! Takk fyri tað, tit gera dagliga móðurmálinum at frama! Til lukku við SSP-viðurkenningini og til lukku, góða Elin, við Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs!

ÁHEITAN: Vit mugu avgjørt ikki nærkast málhugburði “snikksnakkmanna”! Tað hevði eisini verið at undirmett børnini og teirra mál.

Við føroyamálskvøðu

Eyðun á Borg