Gangnam Style setur met

Stóra popphittið í fjør var Gangnam Style hjá suðurkoreanska rapparanum PSY. Fólk um allan heimin vóru við, tá ið sangurin varð spældur á útvarpsstøðum kring heimin, og á YouTube var áhugin fyri Gangnam Style metstórur. Í løtuni er sangurin sæddur meira enn eina milliard ferðir, og tað er mest sædda video á YouTube nakrantíð.