Aftur í ár fer Havnar Sjónleikarfelag á pall við einum jólaleiki.
Hesuferð er talan um ein nýskrivaðan føroyskan jólaleik, sum er fyri bæði børn og vaksin og hann verður spældur í Sjónleikarhúsinum dag um dag til jóla.
Jólaleikir eru vanliga fyri børnini, og tað er hesin eisini.
- Men leikurin setur eisini okkum vaksnu nakrar viðkomandi spurningar, sigur Havnar Sjónleikafelag.
Tí hvussu halda vit tey bestu jólini? Skulu jólini vera fullkomin? Og hvussu eru tey fullkomnu jólini? Eru jólini vorðin so handilslig, at vit vaksnu í veruleikanum eru verri enn børnini, verður spurt í leikinum.
Leikurin er um eina heilt vanliga familju, sum heldur eini heilt vanlig jól.
- Ella eru tey nú so heilt vanlig, og halda tey nú eini heilt vanlig jól? Og ber tað yvirhøvur til at halda jól gangnam-style? spyr sjónleikarfelagið.
Svarið fæst í leikinum.