Ganga hálvt maraton

Aftur í ár ber til at ganga eitt hálvt maraton, tá Tórshavn Maraton er á skránni, og samstundis kunnu fólk stuðla Krabbameinsfelagnum við parti av luttøkugjaldinum.

Leygardagin 4. juni fer Tórshavn Maraton av bakkastokki fyri fjúrtandu ferð, og eins og í fjør skipar Krabbameinsfelagið saman við Bragdinum fyri serligum Gangi½maraton.

Tað vil siga, at har kunnu tey vera við, sum kanska ikki halda seg til at renna eitt hálvt marathon, men kanska klára at ganga teinin.

- Longu nú hava 124 teknað seg, og í fjør vóru 135, so vit nærkast. Men vit hava í ár sett eitt avmarkað tal upp á 500, so fólk mugu skunda sær, vilja tey sleppa við, sigur Dagmar Clothier frá Krabbameinsfelagnum.

Trýst á myndina fyri at hoyra samrøðuna við hana.