Gamlir møblar stuðla missiónsarbeiði kring allan heim

Nógvir mátar eru at stuðla missiónsfelagsskapum og øðrum hjálparfelagsskapum úti í heimi.
Hetta seinasta árið hava fólk í Norðoyggjum havt møguleika fyri at keypa ymiskar lutir í eini serstakari stuðulsbúð, sum Danmission í Danmark fær ágóðan av.

Klaksvík: Tað er kalt í veðrinum henda seinnapartin fyri páskir.
Hurðin gongur inn í stuðulsbúðina og inn kemur eitt par. Tað sæst á klædnabúnanum at hetta eru ikki føroyingar.
Tey hyggja seg um eina løta, royna onkran av stólunum, men tað er skjótt at tey festa eyga á eina mynd á vegginum.
Tey fara víðari, men tað tykist sum um maðurin vísir serligan áhuga fyri hesi myndini. Hann biður konuna hyggja nærri eftir henni.
Líkt er til at semja er teirra millum um at keypa hana. Hetta er ein mynd, sum hongur í mongum føroyskum heimum: Harrin signi heimið.
Hann fer yvir til diskin har leiðarin í búðini, Malan Mýri tekur smílandi ímóti honum.
- Eg ætlaði at vita ..., spyr hann á føroyskum máli men við norskari accent.
Malan er skjót at svara: - Nå, tú tosar føroyskt!
- Ja, eit sindur. Eg ætlaði at vita, hvussu nógv handa myndin kostar!
Malan sigur honum prísin, og hann fer skjótur eftir peninginum og leggur teir á borðið.
Malan fer eftir innpakningspappírinum  í hesum førinum ein gomul Dimma  og løtu seinni hevur henda vakra myndin skift eigara.
Hann takkar fyri  eisini á føroyskum  og fer fegin avstað. Innanfyri diskin stendur Malan eisini fegin.
Hon veit, at hesar krónurnar ikki skulu steðga leingi í kassanum í stuðulsbúðini. Teir skulu setast í verk ella í umferð  sum stuðul til víttfevnda arbeiðið hjá danska missiónsfelagsskapinum Danmission.
Tað er nevniliga Danmission sum byrjaði við hesi stuðulsbúðini í Klaksvík fyri góðum ári síðani. Og líkt er til, at fólk vita av hesi búðini og eru ófør at keypa og stuðla.
 
Brúkslutir
Tað er sum at koma inn í eina hugnaliga stovu í einum eldri føroyskum heimi.
Men tað er ikki eitt heim, men ein handil sum heldur til her á Klaksvíksvegi í Klaksvík, - enntá ein stuðulsbúð.
Á vegginum hanga myndir og aðrir prýðislutir. Framvið hevur ein góðar møguleikar at seta seg niður at hvíla í gomlum stólum og sofum, sum góast høgan aldur eru sum nýggjar.
Á eini hill standa í hópatali av brúkslutum til eitt vanligt heim, - bara fyri at nevna nakað av tí stóra úrvalinum, sum finst her í stuðulsbúðini.
Alt er sjálvandi brúkt, men í so góðum standi at fólk fegin vilja keypa hesar lutirnar, ið stava frá øllum landinum, umframt nakað sum kemur úr Danmark.
 
200 ára gomlum sofa
Ein skuldi kanska trúð, at tað mest vóru eldri fólk sum vitjaðu hesa búðina.
Malan kann bara staðfesta, at tað ikki bert eru klaksvíkingar og norðoyingar sum vitja inn á gólvið. Í øðrum lagi ber eisini til at siga, at fólkini eru í øllum aldri.
Nógvir forvitnisligir lutir er at finna í hesi búðini við Klaksvíksvegin.
Millum lutirnar kann ein finna eitt chatoll sum er eini 200 ára gamalt og aðrar eldri, men kortini snøggar lutir.
- Í gjár seldi eg eina sofu sum var frá 1800-talinum, sigur Malan.
Annars tykist gongdin í søluni at vera hon, at teir smærru og gomlu møblarnir fara skjótast.
 
Góð ljós
Tað er tó ikki bert innbúgv og brúkslutir sum fáast í Stuðulsbúðini.
Millum tey meiri forvitnisligu tingini er eisini eitt stórt úrval av tei í ymiskum litum og smakki.
Møguleiki er eisini at keypa vanlig, men kortini óvanlig stearin-ljós.
Hetta eru ljós, sum í fyrsta lagið er gjørt úr endurnýttum tilfari. Í øðrum lagi eru tey honddryppað.
- Hetta eru ótrúliga góð ljós, sigur Malan í eini stuttari lýsing av hesum ljósunum.
Sambært henni brenna tey bæði javnt og ikki minst vakurt.
- Og so eru tey eisini rættiliga drúgv, sigur hon.