Sum siður er verða ellisakførini luftað í dag. Í 24 ár á rað hava limir í Føroya Ellisakførum sýnt fram gamlar bilar og motorsúkklur í sambandi við flaggdagshaldið í Havn.
Fyrstu árini vórðu bilarnir sýndir fram í gamla Kommunuskúlagarðinum. Seinni vóru teir sýndir fram niðri á Kongabrúnni og okkurt árið úti á Bursatanga. Men tað gav ov nógvar trupulleikar í sambandi við flaggdagsrennininga. Gomlu bilarnir máttu skunda sær avstað, áðrenn rennarar yvirtóku gøtuna – og so sóu fólk ikki bilarnar.
Tí var fyri nøkrum árum síðani gjørt av, at bilarnir skuldu sýnast fram í Tórsgøtu – frá Miðlahúsinum og niðan við Reinsarínum. Tað hevur riggað avbera væl, tí harvið órógva bilarnir ikki sjálvt flaggdagshaldið á Vaglinum ella renningina hjá Bragdinum, sum er beint eftir flaggdagshaldið.
Limirnir hjá Føroya Ellisakførum møta við felagshølini yvir við Strond 22 klokkan 14. Síðani verður koyrt ein túr ígjøgnum býin, og endað verður í Tórsgøtu, har bilarnir standa undir og nakað eftir sjálvt flaggdagshaldið.