Gamli skúli verður opin fyri seinastu ferð

- Skúlin í Leirvík verður opin í morgin at síggja í tímunum frá klokkan 15 til 18

Gamli skúli í Leirvík verður nú opin fyri seinastu ferð.

 

- Í morgin, 26. juni, verður møguleiki hjá almenninginum at vitja gamla skúlan fyri seinastu ferð, áðrenn arbeiðið við umbyggingini byrjar.

 

Soleiðis siga tey í Eysturkommunu í dag.

 

Lagt verður aftrat, at skúlin í Leirvík verður opin fyri almenninginum í tímunum frá klokkan 15 til 18.

 

Á einari leinkju um heimasíðuna hjá Eysturkommunu - www.eysturkommuna.fo - ber eisini til at síggja skúlan talgilt.