Gamli skúli í Sørvági verður í kvøld karmur um konsert, tá tey bæði. Tórfríð Tavsen og Holgar Jacobsen fara at framføra saman.
Seinasta hálva árið hava Tórfríð og Holgar spælt rættiliga nógv saman og hava framført ymsastaðni í landinum. Tórfríð stendur fyri sanginum, meðan Holgar spælir akkustiskan guitar og syngur eisini afturat Tórfríð.
Ein stórur partur av tí sum nýggja duettin á føroyska tónleikapallinum spælir eru løg, sum Holgar hevur gjørt. Eisini plaga tey at framføra nøkur coverløg, tá tey hava konsertir, og eitt nú gamli sangurin "Eitt kvøldi so síðla", er blivin ein fastur partur av tónleikaskránni.
Konsertin hjá Tórfríð og Holgar byrjar klokkan 20.00 í kvøld