Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu hevur í dag gjørt av at steingja gamla Realskúlan frá mánadegnum 12. mars 2007. Hetta fer ikki at ávirka undirvísingina hjá næmingunum, sum frá mánadegnum møta til undirvísing í Kommunuskúlanum Tórshavnar kommuna hevur í dag, tann 9. mars 2007, gjørt av í stundini at steingja gamla Realskúlan í Havn. Næmingarnir fara ikki aftur í skúla í Realskúlanum. Hetta fær onga ávirkan á undirvísingina, og tá næmingarnir møta aftur í skúla mánamorgunin 12. mars, verður tað í Kommunuskúlanum.
Realskúlin skal byggjast um til annað skúlaendamál enn vanliga undirvísing. Meðan hetta arbeiðið verður gjørt, verða onnur høli til undirvísing funnin.
Relaskúlin hýsir í dag miðdeildini í Tórshavnar kommunuskúla, og hesir næmingarnir fara hetta til páskar at fáa undirvísing í sjálvum Kommunuskúlanum. Eftir páskir eru hølisviðurskiftini avgreidd, so næmingarnir fáa fastar skúlastovur, til umbyggingin av Realskúlanum er liðug, og teir aftur kunnu flyta í Kommunuskúlan.