Magni Laksáfoss
Máttloysið og ráðaloysið í Javnaðarflokkinum tekur ongan enda.
Í hálvt ár hevur flokkurin, ið umsitur fíggjar- og búskaparmál í Landsstýrinum, ikki megnað at víst á loysnir. Samstundis er samfelagið á veg inn í eina alt størri búskaparkreppu.
Loysnir og stórar strukturellar broytingar hava ongantíð verið meira átroðkandi enn júst í hesum tíðum. Og ongantíð hevur fíggjar- og búskaparpolitiska ráðaloysið og máttloysið verið størri enn júst nú.
Góðir møguleikar fyri smidligum loysnum
Føroyar eru eitt lítið og smidligt samfelag, har veruligur møguleiki er at taka skjótar og smidligar avgerðir. Møguleikarnir hjá eini stjórn at venda eini gongd ella laga samfelagið til broyttar umstøður eru neyvan betri í nøkrum øðrum landi.
Kortini hevur fíggjarmálaráðharrin úr Javnaðarflokkinum higartil einans klárað at borið tvær danskar bankaloysnir í Tingið. Hóast hesar kreppuloysnir hava stóran týdning fyri Føroyar, er enn einki initiativ komið frá fíggjarmálaráðharranum sjálvum.
Ongin vakin og stimbrandi fíggjarpolitikkur, har konstruktivar langtíðarloysnir og skjótar og uppbyggjandi konjunkturloysnir ganga hond í hond.
Fíggjarlógaruppskotið var makkverk
Uppskotið um fíggjarlóg, ið varð borið í Tingið í september, var skralltómt. Eingin visjón var í henni. Eingin raðfesting. Og ongin politikkur.
Seinni komu nakrar ússaligar broytingar frá fíggjarmálaráðharranum, men hóast inntøkumetingarnar gjørdust alt daprari, og stórt trýst var á politisku skipanina fyri at fáa eina fíggjarlóg við bara nøkulunda dygd í, sást einki initiativ av Argjum.
Uppaftur og uppaftur sóknaðist fíggjarnevndin eftir loysnum úr Landsstýrinum, men úrslitið var hitt sama: har kom einki svar!
Tí noyddist fíggjarnevndin at gera arbeiðið sjálv. Úrslitið var einki at reypa av, men tað kundi neyvan vera frægari. Gamli løgmaðurin, sum skuldi koma við uppskotum til loysnir, sat við einum blonkum og tómum úttrykki í eygunum.
Fíggjarmálaráðharrin hevði slept endanum.
Hetta ber ikki til. Politiska initiativið á búskapar- og fíggjarøkinum má liggja hjá Landsstýrinum og serliga í Fíggjarmálaráðnum.
Kravið má nú vera, at Javnaðarflokkurin tekur sær um reiggj og fer at reka politikk aftur.
Krúnprinsurin prýðir seg við læntum fjarðum
Einansta initiativið frá Javnaðarflokkin í langa tíð kemur frá honum, sum flestu í Javnaðarflokkinum peika á sum komandi formann í flokkinum, John Johannesen.
Styrilin í initiativinum frá Krúnprinsinum er tó avmarkaður til, at hann pyntar seg við læntum fjaðrum.
Orkupolitikkurin og játtanin til at bjálva sethús hevur leingi verið eitt aðalmál hjá Sambandsflokkinum. Flokkurin fór til val upp á orkupolitikkin.
Undir samráðingunum um samgongu, kravdi Sambandsflokkurin ein nýggjan orkupolitikk. Byggisamtykt skuldi setast í gildi, bjálving av húsum skuldi gerast lagaligari, og oljan skuldi skiftast út við varandi orkukeldur.
Undir viðgerðini av fíggjarlógini eydnaðist tað Sambandflokkinum, saman við øðrum flokkum, at fáa 15 mió. kr. settar av til at bjálva almennar bygningar við. Harumframt vórðu 5 mió. kr. settar av til orkuverkætlarnir.
Seinni varð eisini arbeitt fyri at fáa gongd á aftur virksemið í grunninum til bjálvingarstuðulslán, so eldri fólk fáa møguleika at bjálva húsini betur.
Á henda hátt gera vit umhvørvinum eina tænastu, samstundis sum gongd fæst á viðlíkahald av húsum. Sostatt stimbrast virksemið innan byggivinnuna.
Einasti flokkur, ið hevur mótarbeitt hesum, er júst Javnaðarflokkurin.
Flokkurin noyddist tó at boyggja seg. Vit vóru fleiri, ið løgdu lógaruppskot fyri Tingið, so virksemið aftur kundi fáast í Bjálvingarstuðulslánsgrunnin.
Nú arbeiðið er gjørt, síggja vit, hvussu mótstøðuflokkurin leggur sína køldu og slavnu hond á verkið. Nú kallar Javnaðarflokkurin tiltakið ein “grønan vakstrarpakka”.
Hetta er ikki bara óseriøst. Hetta er eisini at pynta seg við fjaðrum frá øðrum. Endamálið er uttan iva at fjala út yvir, at Javnaðarflokkurin er politiskt nektaður.
Má taka seg saman
Búskaparstøðan er hættislig og versnar dag undan degi. Loysnir mugu finnast og avgerðir takast. Landið hevur ikki brúk fyri politiskum ráðaloysi.
Tí er álvarsamt, at Javnaðarflokkurin vísir júst slíkt ráðaloysi.
Vit kunnu illa liva við, at flokkurin á týdningarmesta postinum í løtuni, fíggjar- og búskaparmálum, onga handlikraft hevur.
Tí henda inniliga áheitan á Javnaðarflokkin um, at taka seg saman og byrja at finna loysnir.
Uppskriftin hjá Krúnprinsurin – at nápa politiskar loysnir frá øðrum, pakka tær inn í grønt glansipappír og selja tær av nýggjum – er ongin kunstur.