Beatles sum sungu um ein gulan undirvatnsbát, og Elton John sang um ein gulan bil.
Herfyri frættu vit at ein fransmaður, hvørs kona er føroysk, hevði keypt ein Rolls Royce, sum heimskendi sangarin og sangskrivarin Elton John hevði átt. Talan er um ein gulan Rolls Royce Corniche við 5,7 litur V8 motori frá 1968. Bilurin er rættuliga sermerktur við gula litinum og myrka takinum.
Tað er fransmaðurin Alain Champiot-Bayard, sum býr í Danmark og selur sport- og frítíðarútgerð, sum keypti bilin í Bordoux í Fraklandi í februar mánað í ár. Alain Champiot-Bayard er giftur Unn, sum býr í Danmark og hevur føroysk foreldur.
Sangurin hjá Elton John “Goodbye yellow brick road” er gjørdur í sambandi við hendan bilin, sum eisini er við í onkrum filmi. Tað var hesin sangurin frá 1973, sum gjørdi at Elton John fekk sítt altjóða gjøgnumbrot.
Bilurin er ein ektaður Rolls Royce við t.d. kølaragittari úr silvuri og fínasta leður innan. Í øskubikarinum í bilinum er ein sigarett, sum Elton John sigst at hava roykt ein part av.
Eigarin av gula bilinum var í Føroyum nú í summar. Hann hevur umhugsað at koma til Føroyar við bilinum og møguliga selja hann her, um onkur hevur hug at keypa.
Myndamaður okkara í Keypmannahavn, Símun Jóannesarson, hevur verið í Hellerup, har
Alain Champiot-Bayard býr, og tikið myndir av bilinum.