Nú er skjøtil av álvara settir á arbeiðið at fáa nýggjan fótbóltsvøll á Tvøroyri. Og tað eru gamlar TB kempur, sum ganga á odda. Í hesum sambandi er stovnað eitt sjálvsognarfelag, ið skal standa fyri arbeiðnum og í tí felagnum er Poul Erik Smedemark, Petur Hammer og Henrik Thomsen, sum allir vóru stuðlar á legendariska sjeytiáraliðnum hjá TB.
Fjórði limurin í nevndini er Leivur Nygaard.
Tað er nakað síðani at tað gjørdust greitt, at vøllurin á Sevmýri verður ikki góðtikin longur og tí skal nýggjur vøllur útvegast, vissi fótbóltur skal spælast á Tvøroyri.
Hesin nýggi vøllurin er staðsettur niðanfyri ítróttarhøllina og skúlan í Trongisvági, har kommunan hevur stuðlað ætlanini við ókeypis grundstykki.
Men Poul Erik Smedemark, su er formaður í felagnum, staðfestir, at enn er langt á mál.
- Bara fyri at fáa stykkið klárt at leggja graslíki á, skulu vit hava fýra milliónir í stuðuli.
Fyrireikararnir vóna at útvega peningin við stuðuli frá privatum og fyritøkum, men teir siga, at áhufi er fyri at stuðla.
Til sjálvt graslíki vóna tey at fáa stuðul frá Fótbóltssambandinum.
Annars mugu áskoðaraskýlini bíða til seinni.
Formaðurin sigur, at teir høvdu verið heilt væl nøgdur, kundi nýggi vøllurin verðið liðugur á Jóansøku og tað er málið, arbeitt verður fram ímóti.
Men nú eru fleiri vøllir í oynni frammanundan. Hví er tað neyðugt við einum afturat.
- Skal tað eydnast at avgreiða allar kappingar í eldri og yngri deildum í Suðuroy, er tað neyðugt við einum vølli afturat, sigur Poul Erik Smedemark.
Men hann staðfestir eisini, at hetta er eitt so eymt mál, at skal nakar møguleiki verða fyri at legga fótbóltin í Suðuroy saman, er ein vøllur á Tvøroyri ein beinleiðis fortreyt so at tvørafólk ikki føla, at tey avreiða allan fótbóltin til Vágs, tí tað er meiri enn mong klára at bera, leggur hann aftuarat.
Á myndini sæst, hvussu vøllurin tekur seg út niðanfyri høllina.