Tað var filmssjónleikarin Marlon Brando, sum í fimmtiárunum leitki filmin The Wild One, sum gjørdi Triumph motorsúkklurnar kendar og eftirspurdar.
Ensku Triumph eru í dag ikki so vanligar og eru tí ikki lættar at fáa hendur á og hava eisini stórt virði.
Tí tóku fólk seg saman í góðveðrinum á Mentanar- og Ráðrarstevnuni á Tvøroyri farna vikuskiftið, og savnaðu nakrar gamlar motorsúkklur, ið eru á staðnum.
Teirra millum eru nevniliga heilar 4 av merkinum Triumph og er hetta merkisvert at finna á sama stað.
Tróndur Enni, ein av stigtakarunum, sigur, at tað er vert at leggja til merkis, at so nógvar eru á einum stað. Hann metir, uttan at vita við vissu, at í Føroyum eru neyvan meira enn eini 6- 8 ella kanka 10 motorsúkklur av Triumph slagnum.
Fýra glaðir ánarar eru á Tvøroyri. Ein av ánarunum var á motorsúkklustevnu í Danmark og hóast eini 400 súkklur komu saman, so var hann tann einasti, ið koyrdi á Triumph.
Tróndur Enni, ið lesur tónleik í Íslandi, var heppin og fekk hendur á síni Triumph fyri ein ikki alt ov dýran penga. Súkklan hjá Trónda, ið stendur fremst í myndini, er eitt sonevnt USA snið og er tí ógvuliga serstøk. Hon er gjørd til amerikanska marknaðin og er frá 1972.
Hinar Triumph motorsúkklurnar hava allar verið á Tvøroyri mestsum alla ævi sína. Tvær eru frá 1964 og ein er eldri.
Umframt Triumph motorsúkklurnar, vóru eisini ymsar aðrar vístar fram uttanfyri handilin hjá D.J. Enni á Tvøroyri farna vikuskiftið. Ein 28 ára gamal Vespa scootari, ein 28 ára gomul Yamaha motorsúkkla og ein sanniliga eisini BSA, ið er frá síðst í fýratiárunum ella fyrst í fimmtiárunum.
Tróndur heldur, at óivað standa fleiri ellismotorsúkklur í kjallarum ymsastaðir, men at finna fýra væl koyrandi og flottar Triumph motorsúkklur á einum stað, og so í útjaðaranum í Føroyum, er av sonnum merkisvert, og tí tóku menn seg saman at sýna fram í samband við stevnuna farna vikuskiftið.










