Gamlar LP-plátur hjá Tutl út á fløgu

Konsert og fløguútgáva

Í dag gevur plátufelagið Tutl út ?Den Yderste Ø?, við tónleiki eftir Kristiani Blak til yrkingar eftir Williami Heinesen og ?Ravnating? við tónleiki eftir Kristian Blak og við fotomyndum eftir Philippe Carré
Verkini, sum nú verða at fáa sum ljómfløgur ? komu út sum LP ávikavíst í 1981 og 1982.
Konsert við brotum úr tónaverkunum verður í hesum sambandi í Listaskálanum týskvøldið 15. januar kl 19.30.
Bólkurin ?Shalder? fer at framføra tónleikin.
Bólkurin á upprunaupptøkunum er ?Yggdrasil?, ein norðurlendskur bólkur, sum hevur spælt síðani 1981.
Tey, ið tá vóru við á upptøkunum, eru Pouel Kern, upplestur, Ernst Dalsgarð, tvørfloytu, John Tchicai, saxofon, Ólavur Øster, gittar, Kristian Blak, klaver, Anders Jormin, kontrabass, Karin Korpelainen, trummur.
Tutl hevur valt 15. januar til útgávudag, tí dagurin er 102 ára føðingardagur hjá Williami Heinesen.
William hevði avgerandi leiklut í fleiri verkætlanum hjá ?Yggdrasil?, og hann klipti eisini myndina, ið pryddi húsan á fyrstu LP hjá Plátufelagnum Tutl (Spælimaðurin hjá Spælimonnunum í Hoydølum), sum kom í 1977 - og fleiri seinni.
Argentina:
?Shalder? fer seinni í januar til Argentina. Í døgunum frá 29. januar til 20. februar fer bólkurin ?Shalder? (ið merkir tjaldur á hetlendskum) at spæla á konsertferð í Argentina á Suðuramerikanska meginlandinum. Teir, ið manna bólkin ? bæði á konsertini og á ferðini - eru Heðin Ziska Davidsen, Kristian Blak, Mikael Blak og Brandur Jacobsen.