Gomlu alinótirnar verða skornar í hóskandi stykkir og skulu brúkast til at fjala eitt nú stríðsvognar og skotgravir móti russiskum dronuálopum á hermótinum í Ukraina, veit NRK at siga

Gamlar alinótir bjarga ukrainskum herfólki

Í nøkrum førum eru slíkar kamuflasjur tað einasta, sum steðgar dronum, áðrenn tær røkka sínum málum

Gomlu alinótirnar verða skornar í hóskandi stykkir og skulu brúkast til at fjala eitt nú stríðsvognar og skotgravir móti russiskum dronuálopum á hermótinum í Ukraina, veit NRK at siga

Gamlar norskar alinótir geva ukrainskum herfólki lívstýdningarmikla verju á hermótinum í Ukraina. 

 

Eitt norskt alifelag letur nevniliga sínar gomlu alinótir til Ukraina, har tær verða umgjørdar til kamuflasjunet og verndarútgerð á hermótinum.

 

Kystmagasinet, sum endurgevur norska kringvarpið NRK, veit at siga, at tilsamans 45 tons av nótum úr Noregi skulu longu leiðina til Ukraina.

 

Nótirnar verða skornar í hóskandi stykkir og skulu brúkast til at fjala eitt nú stríðsvognar og skotgravir móti russiskum dronuálopum.

 

Nótirnar, sum eru gjørdar til at tola krevjandi veðurlag í sjónum, hava sambært NRK víst seg at rigga væl sum kamuflasja.

 

Tað er Elisabeth Kolflaath Semprini, leiðari í einum sjálvbodnum felagsskapi, nevndur Norwegian Volunteer Aid (NoVA), sum stendur fyri norska partinum av átakinum.

 

Hon sigur við NRK, at myndir frá russiskum álopum í Ukraina hava havt so stóra ávirkan á hana, at hon føldi seg noydda at gera okkurt.

 

Norwegian Volunteer Aid hevur áður samlað saman medisinska útgerð og hevur hjálpt til við at fáa fólk úr Ukraina.

 

- Nú eru tað alinótirnar, sum eru á skrá, sigur hon.

 

Roman Zherebko, sum er leiðari fyri ukrainskan felagsskap í Bodø, sigur, at norsku alinótirnar eru av høgari góðsku og tættleika.

 

- Í nøkrum førum eru slíkar kamuflasjur tað einasta, sum steðgar dronum, áðrenn tær røkka sínum málum, sigur Roman Zherebko.

 

Útflutningurin fer fram í loyndum, tí norskar reglur siga, at slíkt sum gamlar alinótir skulu endurbrúkast, umgerast ella burturbeinast í Noregi.

 

NRK hevur ikki avdúkað, hvat felagið er, sum letur Norwegian Volunteer Aid nótirnar, tá hetta er í stríð við galdandi reglur í Noregi.

 


 

 

Gomlu alinótirnar verða skornar í hóskandi stykkir og skulu brúkast til at fjala eitt nú stríðsvognar og skotgravir móti russiskum dronuálopum á hermótinum í Ukraina, veit NRK at siga